-Tað er ein fyrimunur, at serlæknar ikki skulu setast sum tænastumenn. Tað vilja tey flestu helst sleppa undan.
Landsstýriskvinnan við heilsumálum, Sirið Stenberg, er fegin um nýggja sáttmálan, sum fíggjarmálaráðið hevur gjørt við serlæknafelagið.
-Tá ið læknarnir ikki eru tænastumenn, so noyðast tey heldur ikki at arbeiða fulla tíð í føroyska heilsuverkinum og tað set serlæknarnir prís á, sigur landsstýriskvinnan.
Serlæknarnir fáa eftir nýggja sáttmálanum onkrar viðbøtur, sum teir ikki hava fingið fyrr. Landsstýriskvinnan við heilsumálum veit væl, at kapping er um serlæknar um okkara leiðir, men hetta eigur at gera tað lættari at fáa læknar at koma til Føroyar.
-Tað er í øllum førum endamálið við nýggja sáttmálanum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna,