Serie A fylgir Premier League

Bæði flytingarvindeygini í italskum fótbólti vera næsta kappingarár flutt

Næsta kappingarár verður nakað av broyting í altjóða fótbólti, tá tað kemur til spælaraflytingar. Fyri fáum vikum síðani gjørdist greitt, at flytingarvindeygða í ensku Premier League næsta summar verður stytt, soleiðis at gluggin letur aftur áðrenn kappingin byrjar, og nú fylgir italska Serie A eisini ensku Premier League.

 

Í Italia er samtykt at bæði flytingarvindeygað um summarið og um veturin nú verður stytt, soleiðis at gluggin letur aftur áðrenn kappingin byrjar. Um summarið verður vindeygað stytt til 18. august, sum er áðrenn kappingin byrjar, og um veturin letur gluggin aftur 19. januar, sum er stutt áðrenn italska deildin verður uppafturtikin eftir vetrarferiuna.

 

Eisini er samtykt í Italia, at vetrarferian nú verður longd. Seinasti dysturin í Serie A áðrenn vetrarferiuna verður leiktur í seinasta lagi 30. december og vetrarferian kemur at varða inntil 20. januar hvørt ár.