Áheitan mín.
Í greinini heitti eg á: ....tey handan Dialogos, bæði trúgvandi, eins væl og teirra, ið beinleiðis avnokta trúnna ....
- hetta fáa tey í Dialogos til: ... Jenis leggur upp til, at vit handan Dialogos ikki eru trúgvandi.
Seriøs niðurstøða?
Undirskrift mín
Grein mína undirskrivaði eg við navni mínum og sendi hana til dimmu, norðlýsið, oyggjatíðindi, vágaportalin, sosialin og heimasíðu miðfloksins. Ein av sjey, Dimmalætting, velur av sínum eintingum at seta heitið, formaður Miðfloksins, eftir navn mítt.
- hetta fáa tey í Dialogos til: ... Jenis undirskrivar seg sum formann Miðfloksins. Er tað veruliga embætið Miðfloksins at leggja seg út í eitt kjak sum hetta? Tað tykist sera óhóskandi fyri ein politiskan flokk at gera soleiðis.
Nøktandi granska ?
Heitið á greinini
Eg valdi at nevna greinina: Snildi ormsins- ein stór tøkk og ein viðmerking.
- hetta fáa tey í Dialogos til: ... Jenis... samanber okkum við satan í titlinum.
Virðilig skuldseting?
Eg vóni, at tey í Dialogos eru meira nærløgd í gransking teirra av skriftum, heiløgum og ikki, enn tey eru í viðgerð teirra av stuttu grein míni.