Óseriøs uppskot

Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, heldur, at tað er gamaní, at fólk koma við hugskotum til hvat og hvussu skal gerast í Kirkjubø, men at í heila tikið saknast seriøsitetur í kjakinum.

Seinastu árini hava fleiri hugskot verið frammi, um hvussu fornminnini, ið liggja út til sjógvin í Kirkjubø, á bestan hátt skulu varðveitast. Í nøkrum av uppskotunum er ætlanin fylla sjógvin millum Kirkjubø og hólmin - partvís ella heilt - við gróti, sum síðani skal undir mold.

Hetta heldur Herleif Hammer lítið um, tí at talan er um skjót hugskot, ið ikki fara at loysa tann trupulleikan, ið skuldi loysast.

- Hetta er øgiliga óseriøst eftir okkara tykki, at serliga politikkarar fara út siga "nú fara vit at gera so og so." Har er ikki gjørt nøkur verulig kanning. Har eru teknaðar nakrar strikur á eitt kort, og so verður sagt: "Hetta er tað, sum vit skulu gera,", sigur Herleif Hammer, ið saknar meira álvarsemi í ætlanunum kring Kirkjubø.

Herleif Hammer vísir á, at tað, at bara fara at fylla tunnilsgrót á sjógv við tí fyri eyga at verja móti briminum, loysir ongan trupulleika. Heldur verður trupulleikin fluttur longur út frá landi, tí tað verður framvegis neyðugt við brimverju, ið skal verja nýggja sjóvarmálan, tí tunnilsgrótið er ov lítið og er ikki egnað at standa ímóti briminum.

 Kirkjubøur er eitt serligt stað, ið knýtir seg tætt at samleikanum hjá føroyingum, og tí er neyðugt at fara varisliga fram, heldur Herleif Hammer.

- Vit skulu vera varin við at tveita ting út, tá tað kemur til støð sum Kirkjubø. Hatta svarar til, at tú fyri at verja Tinganes bara fylti alla víkina út og gjørdi tað til eitt ella annað.

 

Sjálvandi skal okkurt gerast fyri at verja fyri, at brimið ikki máðar burtur av lendinum, har fornminnini standa, heldur Herleif Hammer, men farast má fram við skynsemi.

Mentamálaráðið hevur fingið játtaða eina millión til kanningar fyri at vita, hvat kann gerast fyri at verja bakkan í Kirkjubø og heima á Sandi, og ein skotskur serfrøðingur kemur í næstum til Føroya at veita ráðgeving til eina bakkaverju.

- Tað, sum hugsað verður um nú, er at leggja eitt grótkast longuri úti, sum fyri tað mesta liggur undir sjóvarmálanum. Tað vil siga, at øll víkin sjálv og sjóvarlinjan verður, sum hon er. So skal leggjast ein bakkaverja antin uttan fyri ella innan fyri hólmin. Tað eru teir, sum hava skil fyri tí, sum vita, hvar hon liggur best, soleiðis at hon ikki tekur stórvegis av útsjóndini úteftir. Herleif Hammer leggur aftrat, at eisini skal ein garður gerðast undir bakkanum fram við Kirkjuni og út á Líkhús, sum eisini skal virka sum verja.

 

Mugu vita, hvat vit vilja

 

- Øgiliga ofta hoyra vit um, at vit skulu taka land aftur - endurskapa og taka tað tapta. Men skulu vit nú tað? Ístíðin var einaferð fyri 10.000 árum síðani, skulu vit eisini fara at taka allar firðirnar aftur, tí ísurin tók tað? Hvat er tankin aftanfyri tað?

Herleif Hammer vísir eisini á, at um endamálið bara er at vinna land, so gevur tað lítla meining at byrja í Kirkjubø, men sigur, at onnur støð í landinum eru nógv betri egnað til júst tað.