Hans Birgir Hansen
Tað at broyta atburð, hugburð, málburð til at gerast meira seriøs, motiverað, og virkisfús, í øllum tí dagliga samskifti, samstarvi og í øllum kjaki skapar nýggjar lívsavbjóðingar. Tað er við atliti til at fáa skapt sær eitt sjálvstøðugt lív og gerast sjálvstøðugt vinnurekandi heimanífrá, við at kenna ábyrgd, og skyldur yvir fyri sær sjálvum, egnari familju, vinnum, kenningum o.ø. Tað leggur støði fyri alternativum lívsmøguleikum úti á bygd og í bý, í hvørjari kommunu, oyggj, skúla. Øll koma víðari í tí dagliga lívi og sleppa undan strongd og fylgisjúkum, ið merkir almenningin.
Tað at fremja slíkt yvir eitt longri tíðarskeið fer at hækka heilsustøðIð, konditión, so øll koma at kenna seg væl fyri í tí dagliga arbeiðs-,familju-,frítíðar-, privatlívi á bygd og bý í hvørjari kommunu, oyggj.Tað hevur avgerandi týdning at fáa fólk at gerast, seriøs, motiverað, og virkisfús og vísa teim á alternativar lívsmøguleikar.










