Sergio tók stóra avgerð

Sergio Martínez stúrdi eitt sindur fyri at flyta til Føroya

Hann hevði fingið tað lívið í Meksiko, hann droymdi um, men kortini valdi hann at fara frá øllum, sum hann hevði stríðst fyri, og byrja nýtt lív í Føroyum.

 

– Eg hevði havt yrkisleið sum tónleikari í 20 ár. Eg var kendur har í økinum, eg hevði nógv at gera, og eg forvann góðar pengar. Eg hevði fingið alt tað, sum eg droymdi um, og so valdi eg at fara frá øllum fyri at byrja nýggja tilveru í Føroyum. Tað kendist sum eitt stórt stig at taka, men tað var í grundini tað, sum eg vildi.

 

Tað sigur 44 ára gamli Sergio Martínez Muñoz, sum er ættaður úr Meksiko, men hevur búð í Vestmanna seinastu trý árini. Hann flutti við føroysku konuni og dóttur teirra til Føroya at búgva.

 

– Eg óttaðist eisini eitt sindur at flyta. Í Føroyum kendi eg meg sera væl móttiknan, og familjan hjá konuni hevur verið sera góð við meg og hjálpt mær væl. Men eg kendi meg ótryggan, tí í Meksiko hevði eg bert spælt tónleik, og her kundi eg ikki liva av tónleiki.

 

– Eg gjørdi mær ymiskar tankar um, hvussu eg fór at klára meg, og hvat eg kundi gera í Føroyum. Eg hevði vónir um, at eg fór at trívast í Føroyum, men óvissan um, hvat eg skuldi fara at gera, nervaði meg, tá ið vit fluttu, sigur hann.

 

Sergio hevur fótað sær í Føroyum. Hann starvast hjá Vestmanna kommunu, og hann hevur eisini fingið gongd á lívið sum tónleikari.

 

Samrøðan við Sergio Martínez kann lesast í fullum líki í Sosialinum um vikuskiftið.