Spanska landsliðið venur í kvøld á Tórsvølli undan landsdystinum í morgin. Flestu av stóru profilunum eru við á ferðini. Eitt nú liðskiparin og ein av ímyndunum hjá Real Madrid, Sergio Ramos.
Spælararnir fóru á vøllin um 19 tíðina. Fyrstu løtuna sloppu fjølmiðlarnir at taka myndir og hyggja at venjingini. Teir byrjaðu við at hita upp og spældu síðani tað, sum millum annað verður nevnt brummus.
##med2##
Eftir hetta varð skotið upp á mál og annars tóktust spælararnir taka sær av løttum. Sponsku fjølmiðlafólkini vita ikki hvussu liðið kemur at síggja út í morgin. Spania skifti átta spælarar frá dystunum móti Norra til dystin móti Malta, sum var í mars mánaði.
- Tað er ivasamt um tað verður David De Gea ella Kepa, sum standa í mál. Eg vænti at Álvaro Morata og Rodrigo verða í álopinum. Eg giti eisini at Sergio Ramos vil spæla, tí hann eltir dystarmetið á spanska landsliðnum, men annars vita vit ikki so nógv, sigur ein av sponsku tíðindamonnunum, sum er komin til Føroya.
Okkurt kundi bent á, at spanska landsliðið kundi hugsað sær at brúkt minst møguligt at orku í morgin, meðan dysturin móti Svøríki mánakvøldið er tann torførari.
##med3##
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, sum verður fríggjakvøldið klokkan 19.45 á Tórsvølli. Sportboxin, har Fótbóltspanelið er seinna tíman, verður frá klokkan 15 til 17. Síðani verður sent beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 18.