Sergio Ramos í øðini

Sjónband: Real Madrid-liðskiparin gúppaði bóltin eftir ungum liðfelaga.

Tað skuldi vera eitt stuttligt spæl, tá ið Real Madrid spældi hondbólt eina løtu av venjingini í dag, men tað gekk ikki sum ætlað fyri allar partar, og eitt nú bleiv liðskiparin, Sergio Ramos, í øðini.


21 ára gamli navnabróðir hansara, Sergio Reguilón, var nakað harðligur og kom til at raka liðskiparan hjá sær í nøsina. Hetta hóvaði ikki Sergio Ramos, sum gúppaði bóltin eftir unga liðfelaganum.


- Hóast tað kanska ikki virkar soleiðis, so eru hetta rættiliga vanligar støður til venjing. Men tað er eingin undanførsla, tí eg burdi ikki reagerað soleiðis, skrivar Sergio Ramos á twitter.


Sjónband av hendingini sæst omanfyri.