Svigarsonurin hjá Diego Maradona er sambært sponskum og enskum miðlum á veg til Ongland, har hann hevur í sinni at skifta til Manchester City.
Tað er nógv hent í Manchester City síðani Sheik Mansour keypti felagið. Millum øll innkeypini er eisini føroyski landsliðsmálmaðurin, Gunnar Nielsen. Nú er líkt til, at 23-ára gamli bóltsnillingurin úr Argentina, Sergio Kun Aguero, verður at síggja í ljósabláu troyggini hjá Manchester City komandi kappingarár.
Landsmaðurin hjá honum, Carlos Tevez, hevur boðað frá at hann ikki er sinnaður at halda fram í Manchester vegna familju orsøkir. Tí vil leiðslan í Manchester City hava Sergio Aguero sum avloysara.
Bæði spanska Marca og enskir miðlar sum eitt nú The Guardian skriva, at framherjin fer beina leið til Ongland úr Argentina, har hann hevur luttikið í Copa Amerika. Tað verður mett at prísurin liggur um góðar 350 milliónir krónur.