Manchester City vann í kvøld 1-0 á Everton í Premier League. Sigurin merkir, at Manchester City nú bara er trý stig aftanfyri Chelsea, sum tapti fyri Newcastle. Sigurin bleiv tó merktur av, at Sergio Aguero tóktist fáa rímiliga álvarsligan skaða tíðliga í dystinum, og fór grátandi av vøllinum.
Les eisini: Arsenal og Liverpool í trupulleikum
Tað var longu aftaná tveir minuttir, at Sergio Aguero fór umkoll og bleiv liggjandi. Hann helt fyri knæið og fór eftirfylgjandi haltandi av vøllinum, meðan tárini runnu niður eftir kjálkanum á honum.
Sergio Aguero er toppskjútti í Premier League og lyklaspælari hjá Manchester City, sum skal avgerandi dyst móti AS Roma í Champions League í í komandi viku.
- Sergio Aguero verður nokk ikki tøkur til tann dystin, sigur Manuel Pellegrini, venjari hjá Manchester City.
Les eisini: Fótbóltspanelið um Premier League hetta vikuskiftið
Everton hava annars alla orsøk til at iðra seg um tapið, tí einsamalla málið í dystinum kom upp á brotsspark, sum als ikki var brotsspark. Heldur ikki James Milner, sum fekk brotssparkið, væntaði nakað brotsspark, tá hann fór umkoll.
Les eisini: Sergio Aguero brúkar minst tíð
Yaya Toure skoraði upp á brotssparkið, sum skuldi vísa seg at blíva einasamalla málið í dystinum.
Premier League 15. umfar:
Newcastle – Chelsea 2-1 (0-0)
1-0 Papiss Cisse, 57
2-0 Papiss Cisse, 79
2-1 Didier Drogba, 83
(Reytt kort: Steven Taylor, Newcastle 81)
Hull – WBA 0-0
Liverpool – Sunderland 0-0
QPR – Burnley 2-0
1-0 Leroy Fer, 51
2-0 Charlie Austin, 74
(Reytt kort: Charlie Austin, 76)
Stoke – Arsenal 3-2
1-0 Peter Crouch, 1
2-0 Bojan Krkic, 35
3-0 Jonathan Walters, 45
3-1 Santi Carzola, 68 br
3-2 Aaron Ramsey, 70
(Reytt kort: Calum Chambers, 78)
Tottenham – Crystal Palace 0-0
Manchester City – Everton 1-0 (1-0)
1-0 Yaya Toure, 24 br