Eftir 36 umfør er Manchester City tveir sigrar frá meistaraheitinum, meðan stríðið um Champions League fótbólt ikki er avgjørt enn. Sergio Aguero skoraði enn eina ferð, tá tað stó mest á hjá Manchester City.
Manchester City vann í dag 1-0 á útivølli móti Burnley. Málið tíðliga í seinna hálvleiki, tá Sergio Aguero enn eina ferð átti seinasta fótin. Bólturin var ikki meiri enn nakrar sentimetrar innanfyri, men tað var nokk til at vinna dystin og leggja seg á odda.
Manchester City hevur nú 92 stig, meðan Liverpool hevur 91 stig. City skal spæla móti Leicester á heimavølli og Brighton á útivøøli, meðan Liverpool hevur Newcastle á útivølli og Wolverhampton á heimavølli.
United misti í topp fýra stríðnum
Tað tykist sum ongin vil hava Champions League atgongumerkini, sum 3. og 4. pláss geva. Fyrst tapti Tottenham á heimavølli móti West Ham, síðani tapti Arsenal greitt fyri Leicester, meðan Manchester United og Chelsea spældu javnt 1-1 í dag.
##med2##
Øll liðini í topp fýra stríðnum hava sett fleiri stig til í seinastu dystunum. Ringast fyri á stigatalvuni er Manchester United, sum var á odda 1-0 móti Chelsea í dag, áðrenn David De Gea enn eina ferð gjørdi eitt mistak, ið førdi til mál. Nú skal Manchester United hála fýra stig inn á Chelsea, sum liggur á fjórða plássi, fyri at sleppa í Champions League.












