Sergio Agüero ferfaldur málskjútti

Um United skal hava nakran møguleika at bjóða City av, so verður neyðugt at vinna í morgin

Toppliðið Manchester City styrkti í kvøld um sína støðu við 5-1 heimasigri ímóti Leicester City. Harvið eru tað sekstan stig frá toppinum og aftur til næsta avbjóðaran, sum er Manchester United.

Í morgin skal United royna seg á útivølli ímóti Newcastle. Um tað skal vera nakar hugsningur um hjá teimum reyðu at hava møguleika at fáa grannarnar í City aftur, so er neyðugt, at teir vinna í Newcastle, og at teir vinna hvørja ferð tað, sum er eftir at hesum kappingarárinum.

 

Stóri maðurin á Manchester City liðnum í kvøld var Sergio Agüero. Í hálvleikinum var 1-1, men so fór argentinski álopsspælarin at gera um seg. Belgiski Kevin De Bruyne var stóri arkitekturin, og Sergio  Agüero var skarprættarin. Hann flutti á sumri í 2011 til Manchester City, og í kvøld skoraði hann fýra mál á rað. Hetta var tólvta ferðin, at 29 ára gamli argentinski snillingurin í Manchester City búnanum skoraði hattrikk fyri teir ljósabláu, sum hava beina kós ímóti meistaraheitinum.

 

1

Man. City

27

23

3

1

79:20

72

2

Man. Utd

26

17

5

4

51:18

56

3

Tottenham

27

15

7

5

52:24

52

4

Liverpool

26

14

9

3

59:31

51

5

Chelsea

26

15

5

6

46:23

50

6

Arsenal

27

13

6

8

51:36

45

7

Burnley

27

9

9

9

21:24

36

8

Leicester

27

9

8

10

39:40

35

9

Everton

27

9

7

11

32:46

34

10

Bournemouth

26

8

7

11

30:37

31

11

Watford

27

8

6

13

37:47

30

12

West Ham

27

7

9

11

34:46

30

13

Brighton

27

6

10

11

22:36

28

14

Crystal Palace

27

6

9

12

25:42

27

15

Swansea

27

7

6

14

20:37

27

16

Southampton

26

5

11

10

28:38

26

17

Newcastle

26

6

7

13

24:36

25

18

Stoke

27

6

7

14

27:53

25

19

Huddersfield

26

6

6

14

19:46

24

20

WBA

26

3

11

12

21:37

20

 

Í morgin

Huddersfield – Bournemouth kl. 12.00

Newcastle – Manchester United kl. 14.15

Southampton – Liverpool kl. 16.30

 

Mánadagin

Chelsea – West Bromwich Albion kl. 20.00