Sergej Lavrov er komin á G20-toppfundin

Millum uttanríkisráðharrarnar verða bæði amerikanski ráðharrin, Antony Blinken og uttanríkisráðharrin í Russlandi, Sergej Lavrov.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, luttekur, nú uttanríkisráðharrarnir í sonevndu G20-londunum hittast á Bali í Indonesia í dag og í morgin.

 

Millum uttanríkisráðharrarnar verða bæði amerikanski ráðharrin, Antony Blinken og uttanríkisráðharrin í Russlandi, Sergej Lavrov.

 

Teir báðir hava ikki snakkað saman, síðan russisku innrásina í Ukraina hin 24. februar í ár.

 

Tað er ikki væntandi, at Sergej Lavrov og Antony Blinken ynskja ein nýggjan fund sínámillum, men í dag hevur Lavrov hitt sín kinesiska starvsbróður, Wang Yi.

 

- Roknað verður við, at russiska innrásin í Ukraina fer at fylla nógv á G20-toppfundinum í Bali, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.