Serfrøðingurin vann á favorittinum

Europa League: David De Gea brendi brotsspark nummar 11 í brotssparkskappingini

Villarreal er vinnari av Europa League. Teir hava í kvøld vunnið eftir eina marathon-brotssparkskapping móti Manchester United. Tað endaði við at málverjin hjá Manchester United, David De Gea, brendi avgerandi brotssparkið, eftir at hinir 21 á vøllunum høvdu skorað.

 

Hetta er fjórðu ferð, at Unai Emery vinnur Europa League. Hann hevur vunnið kappingina tríggjar ferðir við Sevilla, og nú eina ferð við Villarreal. Hann er tí ein serfrøðingur í Europa League, men hóast tað, so var Manchester United favorittur at vinna hjá veddingarfyritøkunum.

 

Villarreal hevði yvirtakið í fyrra hálvleiki og komu eisini á odda aftaná ein hálvan tíma. Daniel Parejo sendi eitt frálíkt fríspark innfyri, har Gerard Moreno bleiv leysur og prikaði bóltin í málið til 1-0.

 

Í seinna hálvleiki var tað Manchester United, sum tók yvir. Útjavnandi málið kom longu tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, tá Edinson Cavani tætt undir málinum fekk prikað bóltin í málið. Eina løtu var ivi, um málið var rangstøða, men so var ikki.

 

Manchester United trýsti fyri at vinna í vanligari leiktíð, men í longdu leiktíðini kom Villarreal fyri seg. Tað gekk javnt á og endaði eisini við javnleiki. Onkrar spentar støðu vóru, men ongin veruliga stórur málmøguleiki.

 

Brotssparkskappingin fer í søguna, sum ein av teimum heilt drúgvu. 21 ferðir fór bólturin í málið upp í slag. Til seinast vótu bara málverjarnir eftir, og her brendi David De Gea avgerandi brotssparkið.