Summi kallast serfrøðingar í øllum. Tey vita mest sum alt um alt og øll, og eftir øllum at døma er blaðstjórin í Miðlahúsinum eisini ein av hesum.
Hann hevur mangan verið nýttur sum politiskur viðmerkjari hjá Kringvarpinum. Gamlar bilar og gomul hús er eisini nakað, sum hevur hansara stóra áhuga, men tað kom nú kortini sum ein hvøkkur, at hann eisini gongur í fótafetunum hjá landsliðsvenjaranum í hondbólti, tá viðmerkingar skulu gerast til dystirnar har. Livst, so spyrst?









