Serfrøðingarnir vænta ein NSÍ-sigur

Arnfinn Langgaard og Dan Lamhauge, sum vitjaðu vespureiðrið meta HB at verða FM-favoritt

Tá Jonhard Hansen og John Andersen sendu eitt eingangs vespureiður á Rás2 í dag, høvdu teir eisini vitjan av tveimum serfrøðingum.

 

Arnfinn Langgaard og Dan Lamhauge vóru serfrøðingarnir í dag. Báðir vænta ein NSÍ sigur á B68 á heimavølli í fyrsta umfarinum í effodeildini komandi vikuskiftið. Arnfinn Langgaard (myndin) og Dan Lamhauge mettu eisini um hinar dystirnar í tí fyrsta umfarinum í effodeildini. 

 

Báðir hava HB, sum favoritt til at endurvinna FM-heitið.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra prátið Jonhard Hansen og John Andersen gjørdu við Arnfinn Langgaard og Dan Lamhauge.