Serfrøðingar vænta at føroyingur rýkur úr X Factor í kvøld

Aftur í kvøld verður live show í X Factor, og tað er ein føroyingur, sum má gera seg til reiðar at fara úr kappingini

Tað siga tey, sum spáa um úrslit fyri Danske Spil.

 

Tað hevur verið spenningur hvørt fríggjakvøld seinastu vikurnar um, hvør verður tann óhepni luttakarin, sum skal úr kappingini. Fimm luttakarar eru eftir, tveir føroyingar og tríggir danir.

 

– Eftir sjokkið síðsta fríggjakvøld, tá Tina reyk í farezonen, og landið alt stóð eftir øðurm enda – so sjálvt Thomas Treo frá Ekstra Bladet kendi seg noyddan at viðmerkja tað – so meta vit, at Kári hesaferð missir lívið í kappingini. Tað gongur ikki longur hjá dámliga føroyinginum. Hann er heilt einfalt tann minst góði av teimum, sum eftir eru, og tað verður sera trupult hjá honum at klára seg hesaferð, sigur Mathias Reimer Larsen, sum er oddsetari hjá Danske Spil.

 

Tí gevur Danske Spil bara 1,33 odds uppá, at Kári verður sendur heim í kvøld. Tað eru sannlíkindi upp á 75 prosent.

 

– Vit vita tó, at alt kann henda í hesi kappingini – eins og síðsta fríggjadag, tá Tina ímóti allari væntan endaði í farezonen. Vit kenna okkum sannførd um, at tað í kvøld verða stundir til ein føroyskan svanasong, sigur Mathias Reimer Larsen.

 

##med2##

 

Hjá Danske Spil halda tey, at kappingin er hørð, tí hinir luttakararnar alsamt taka okkum á bóli – men størsta stjørnan eftir meting Danske Spil er Mads Moldt. Tí er minst sannlíkt, at hann rýkur heim í kvøld.

 

Tey býta tí oddsini soleiðis, at Tina og Maria Ranum koma eftir Kára við hvør sínum 6,00 oddsum, meðan Mille gevur 25,00 til at rúka út – og favoritturin Mads Moldt gevur heili 75,00 ferðir pengarnar aftur, um hann rýkur heim.

 

Men vit vita sjálvandi, at tey hjá Danska Spil kunnu taka feil.  

 

X Factors sæst á TV2 klokkan 19 í kvøld – og verður endursent í KvF klokkan 20:15.

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##