Leygardagin hin 30. januar letur ein serlig framsýning upp í Qaqortoq Museum í Grønlandi. Hetta er sambært Sermitsiaq ein serframsýning, har fylgt verður við seinastu dramatisku tímunum hjá skipinum, Hans Hedtoft.
Savnsleiðarin í Qaqortoq Museum, Dan Ullerup, vísir í tíðindaskrivi á, at tað var leygardagin hin 30. januar í 1959, at M/S Hans Hedtoft gekk burtur, og 95 fólk - menn, kvinnur og børn - fórust í vanlukkuni.
- Vanlukkan setir framvegis djúp spor og eigur ikki at fara í gloymskuna, sigur savnsleiðarin, sum vísir á, at framsýningin er á grønlendskum, donskum og enskum, og hon er sett saman av einum listabólki við Lars Winther í oddinum.
Tá framsýningin letur upp, verða eisini talur, og sendingar hjá Qaqortoq TV verða sýndar. Virðislønarlønti stuttfilmurin - Hedtoft - fer eisini at hava Youtube-frumsýning á framsýningini.
Sagt verður í tíðindaskrivi, at fólk í Qaqortoq, sum ikki kunnu verða við til upplatingina, kanska vegna koronu, kunnu fylgja upplatingini live á Facebook-síðuni hjá Qaqortoq Museum.
At enda verður sagt, at serframsýningin verður at síggja á Qaqortoq Museum fram til hin 28. februar, og síðan verður hon boðin øðrum søvnum í Grønlandi. In.fo kann leggja aftrat, at tveir føroyingar vóru millum tey, sum sjólótust við M/S Hans Hedtoft.
##med2##