Serfrøðingurin: Implimentera rørslu í arbeiðsdagin

Nýggj kanning hjá Fólkaheilsuráðnum sigur, at føroyingar røra seg ov lítið, og bert 22% røra seg í mun til tilmælini frá WHO. 10% av øllum føroyingum røra seg als ikki og eru tí í álvarsligum vanda fyri sjúkum, sum kropsligt óvirkni hevur við sær. 

 

 

Ert tú ein av teimum, sum situr á kontórstólinum megin partin av degnum framman fyri telduskíggjanum, so er umráðandi, at tú hevur í huga at flyta teg so ofta høvið býðst. Óvirkni er ikki bert ringt fyri kropsliga og sálarliga heilsu, men tað ávirkar eisini limaburðin ella positiónina, sigur Durita Poulsen, BA í føðslu og heilsu.

 

 

Les eisini: Kropsligt óvirkni: Arbeiðsgevarin eigur eisini ábyrgdina

 

 

– Positiónin verður sunnari, tá tú flytir teg meir, tí um vit bara sita, so kann tað oyðileggja nógv í beinagrindini. Skalt tú so hava sitandi arbeiði í eini 10-20 ár afturat, so er umráðandi at hugsa um rørsluna, sigur Durita Poulsen.

 

 

–Hav eisini framtíðina í huga, tí hóast okkurt ikki ávirkar teg í dag, so ger tað mun um tað verður endurtikið dagliga í 20 ár, sigur hon.

 

 

– Implimentera rørsluna í arbeiðsdagin: Reis teg upp av og á og gang runt á kontórinum eina løtu, gakk til onkra avtalu ístaðin fyri at koyra ella far ein lítlan gongutúr, sigur hon.

 

 

Hevur tú eitt skrivaraborð, sum tú kant hækka og lækka, og er upplagt at hevja tað og reisa teg upp og arbeiða eina løtu. Tað sigur Durita hjálpir bæði við jávnvágini og positiónini.