Serfrøðingur skal hjálpa føroyingum

-Í dag veit næstan ongin, at Føroyar eru til, og tískil mugu vit miðvíst virka fyri at seta Føroyar á heimskortið, sigur Jørgen Niclasen, sum hitti serfrøðing í tjóðarbranding Simon Anholt vegleiðir londum, hvussu tey kunnu skapa sær eitt gott ?brand?, og higartil hevur hann m.a. ráðgivið stjórnini í Bretlandi, Týsklandi, Svøríki og sjey øðrum londum. Hann verður mettur sum ein tann fremsti serfrøðingurin á økinum.

Simon Anholt er í Føroyum í sambandi við, at Uttanríkisráðið er farið undir eina verkætlan, sum skal geva Føroyum ein greiðan profil úti í heimi.

- Tað er greitt, at um vit skulu kappast á altjóða marknaðinum, mugu vit eisini vera kend á altjóða marknaðinum. Í dag veit næstan ongin, at Føroyar eru til, og tískil mugu vit miðvíst virka fyri at seta Føroyar á heimskortið, og hetta gerst ikki við bert vanligari marknaðarføring, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri.

- Fyrsta stigið er, at vit í Føroyum gerast tilvitað og samd um, hvørjar serligar dygdir og fyrimunir vit hava í kappingini við onnur lond. Tískil havi eg sett ein bólk, har ið leiðandi fólk innan ymsar partar av samfelagnum kunnu kjakast um hetta evni saman við Simon Anholt, sigur hann.

- Triðja stigið er, at vit í okkara dagliga yrki eru tilvitað um okkara samleika í kappingar høpi. Um vit í øllum lutum leggja dent á okkara styrkir, kunnu vit í stóran mun tryggja, at umheimurin altíð fær somu fatan av Føroyum. Eydnast hetta kann sjálvt eitt lítil land sum Føroyar skapa sær eitt dygt og munagott ?brand? í altjóða samfelagnum, sigur Jørgen Niclasen