Foreldur eiga at lata børn meiðsla seg, tá tey spæla. Vit svíkja børnini, um vit forða teimum fyri at spæla vandamikil spøl, siga serfrøðingar sambært Jyllands Postinum.
Tey tiltøkini, sum eru sett í verk fyri at tryggja, at børn ikki koma til skaðis tá tey spæla, eru farin ov langt, siga serfrøðingar í spæli og barnalívum. Og tann útviklingin kann vera beinleiðis skaðilig fyri menningina hjá børnum, skrivar Jyllands Posten í útgávuni í morgin.
- Børn skulu venja seg í at detta. DNAið í spæli er ein læra um at meistra lívið. Verðin er vandamikil og júst tí skal ein øva seg, sigur Helle Marie Skovbjerg professari við Jyllands Postin.
Hon upplivir tað sum, at tey vaksnu royna at minka um tey vandamiklu spølini, sum børnini spæla, meðan Eva Munck Immertreu, forkvinna í felagsskapinum BUPL sigur, at tað í dag er høg krøv til trygdina á spæliplássum.
- Hevur tú eitt træð, sum í veruleikanum er gott at klatra í, so skal man ikki bara lata børnini klatra sum tey vilja. Træið skal góðkennast. Greinarnar skulu liva upp til onkran standard, børnini sleppa ikki at klatra upp eitt vist, og tað skal vera undirlag undir, um tey detta, greiðir hon frá í Jylands Postinum.









