Serfrøðingar í javnleiki vitja á Argjum

Fýra tær seinastu ferðirnar í landskappingini hava fugl­firðingar verið partur av javnleiki. Og í øllum dyst­unum hevur tað staðið á hjá ÍF, áðrenn tað hev­ur eydnast at stríða seg inn í aftur dystirnar.
– Tað boðar frá góðum morali, men tað hevði verið væl lættari, um tað hevði eydnast okkum at lagt okkum framum, held­ur Albert Ellefsen, venjari hjá ÍF.
Kanska hevði tað staðið øðrvísi til hjá AB, um tað í fyrsta umfari hevði eydnast at vunnið úr­tøku í øllum kuldanum í Fuglafirði. Tá skoraði inn­skifti Bartal Eliasen sigurs­málið til 2-1 fimm minuttir undan leikloki.
Hjá ÍF er miðvallarin Bogi Reinert Petersen tøk­ur aftur, eftir at hann fleiri tær seinastu ferðirnar hevur verið skaða­darv­aður. Nenad Saric er darv­aður av vøddaskaða. Sein­astu ferðirnar hevur Heri Nesá vunnið fast pláss á liðnum.
Á Argjum vóru teir nøgdir við leikliga avrikið í Sørvági, har úrslitið var 1-1. AB bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum, og nú vóna teir, at hann fer at verða veruleiki. Í Sørvági varð Jobin Drangastein víst­ur av vøllinum. Tí er hann leikbannaður í morgin, tá ið fyrsta bríkslið á Argjum verður klokk­an 16.00.