Serfrøðingar bjóða leiðsluni í SEV av

SEV Býráðslimir halda, at nevndin í SEV eigur at verða mannað við fleiri serfrøðingum, sum eru førir fyri at bjóða leiðsluni av

Tað er neyðugt at vit fáa serfrøðingar í nevndina í SEV
Tað heldur Kári E. Jacobsen, sum hevur verið næstformaður í nevndini í SEV og sum nú umboðar Runavíkar Býráð á aðalfundinum í elfelagnum.
Hann vísir á, at SEV umsitur ómetaliga stór virði og hevur ein ómetaliga stóran leiklut í føroyska samfelagnum.
- Vit hava skyldu at velja tey allarbestu fólkini at umboða okkum í nevndini í SEV, sigur hann.
- Føroya fólk hevur ongan annan møguleika, enn at keypa frá okkum.
Í løtuni eru tað vanligir kommunustýrislimir, sum sita í nevndini.
Hann staðfestir, at í næstum skal SEV hava fígging fyri einki minni enn 1,1 milliard.
- Eg spyrji meg sjálvan, hvønn fíggjarliga førleika hava nevndarlimirnir í SEV at viðgerða so stórt mál, sigur hann.
- Samstundis hava vit ómetaliga stórar tekniskar avbjóðingar, leggur hann afturat.

Eitt vanligt talv
Sum støðan er nú, eru nevndarsessirnir í SEV ikki annað enn partur av einum heilt vanligum talvi um nevndarsessir, tá ið bý- og bygdaráð skipað seg.
- Samstundis er nevndarsessurin í SEV tann mest lønandi nevndarsessurin av øllum hjá einum kommunustýrislimi at fáa.
Nú hevur kommunustýrisval akkurát verið og sostatt skal nevndin veljast av nýggjum.
- Á pappírinum kunnu allir nevndarlimirnir verða nýggir. Í øllum førum eru rættiliga stór sannlíkindi fyri, at tveir triðingar av nevndarlimunum verða nýggir. Sostatt skal leiðslan í SEV brúka eini tvey ár at greiða nevndarlimunum frá, hvussu felagið virkar.
Hetta visti hann av egnum royndum, frá tí at hann sjálvur sat í nevndini.
Hann hevur reist spurningin fyrr um broyta nevndina og nú ger hann tað enn einaferð.
- Eg haldi, at vit eiga at spyrja okkum sjálvi, um tað ikki er rætt at broyta nevndina, ella í øllum førum at gera hana størri, sigur Kári E. Jacobsen.
Í hesum sambandi heldur hann, at kommunurnar eiga at umhugsa um ikki nevndin í SEV skal verða øðrvísi samansett.

Serfrøðingar
Sjálvur er hann sannførdur um, at SEV eigur at serfrøðingar í nevndina.
- Eg eri næstan sannførdur um, at gera kommunurnar tað ikki sjálvar, er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn onkur annar ger tað fyri okkum, sigur hann.
Í hesum sambandi hugsar hann um landið.
Dánjal Vang, sum umboðar Fuglafjarðar Kommunu, tekur undir við hesum.
Hann heldur, at nevndin í SEV eigur í øllum førum at verða mannað við einum løgfrøðingi, einum verkfrøðingi við sterkstreymi sum sergrein og einum fíggjarfrøðingi.
- Ein slík nevnd kann geva leiðsluni mótspæl, sigur Dánjal Vang.

6306 krónur

Ein nevndarlimur í SEV fær 6.306 krónur um mánaðin í fastari samsýning.
Tað upplýsir SEV.
Sum tað sæst í aðrari grein, heldur Kári E. Jacobsen, kommunustýrislimur í Runavík, at kommunurnar eiga at endurskoða nevndarsamansetingina í SEV.
Í hesum sambandi nevndi hann, at sum nú er, eru nevndarlimirnir í SEV ikki annað enn ein partur í eini vanligari telving, tá ið bý- og bygdaráð verða skipað.
Sostatt eru eingi førleikakrøv til nevndarlimirnar.
Hann helt eisini, at vit eiga at kalla ein spaka fyri ein spaka og tískil staðfesti hann eisini, at ein nevndarsessur í SEV, er tað best lønandi sessur, ein kommunustýrislimur yvirghøvur kann fáa.
Stjórin í SEV, Hákun Djurhuus, upplýsir, at ein nevndarlimur í SEV fær 6.306 krónur í fastari samsýning um mánaðin.
Nevndarformaðurin fær tvær ferðir so nógv, ella 12.612 krónur um mánaðin.
Umframt føstu samsýningina, fáa nevndarlimirnir harafturat eisini fundarpengar fyri hvønn fund, nevndin hevur.
Tað er minst ein nevndarfundur um mánaðin. Men fundirnir eru drúgvir og nevndarlimir fáa rúgvismikið tilfar at gjøgnumganga upp undir hvønn fund
Tískil fáa nevndarlimir 1575 krónur í samsýning fyri hvønn fund.