Serfrøðinganevndin má bíða

Fyri tveimum árum síðani fór SEV undir eina tilgongd, ið skuldi broyta hvussu nevndin í felagnum verður valt. Uppskotið snýr seg í stuttum um, at ein tilráðingarbólkur skal setast, ið skal viðmæla valevni við neyðugu fakligu eginleikunum til nevndina. Endamálið er at tryggja, at nevndin í SEV í størri mun verður mannað við fólkum við neyðugu serfrøðini at røkja slíkt nevndararbeiði.


Lagt er tó bara upp til, at tilráðingarbólkurin kemur við einum tilmæli til valevnir. Tað verða framvegis kommunurnar, ið avgera, um tey fylgja tilmælinum ella velja onnur fólk í nevndina.


Talan hevur verið um eina drúgva tilgongd, men á aðalfundinum hjá felagnum í fjør varð upplýst, at felagið vónandi kundi leggja endaliga uppskotið fyri ein komandi aðalfund.


Tað eydnaðist tó ikki til ársins aðalfund, og í formansrøðu síni segði Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV, at málið í løtuni liggur hjá almennu myndugleikunum. 



- Eftir viðgerðina av uppskotinum á ársaðalfundi 24. apríl 2014, lat elfelagið uppskotið til Vinnumálaráðið og fyrrverandi Innlendismálaráðið, har spurt varð eftir viðmerkingum teirra. Á ársaðalfundi 24. apríl 2015 var kunnað um, at uppskotið ætlandi verður lagt fyri ein komandi aðalfund, tá svar er komið frá myndugleikunum. Hin 29. september 2015 spurdi felagið seg fyri hjá Vinnumálaráðnum, og tá varð svarað, at málið nú er lagt yvir til Heilsu- og Innlendismálaráðið til viðgerðar. Spurningurin er umrøddur á fundi millum felagið og ráðið 4. mars 2016, men einki svar er komið frá Heilsu- og Innlendismálaráðnum, segði nevndarformaðurin.


Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, upplýsir, at elfelagið hevur fingið lovað, at aðalráðið skal gera skjótt av.


- Talan er um broytingar í viðtøkunum, og tær skulu landsmyndugleikarnir góðkenna. Vit hava samskift við aðalráðið, og tey hava lovað at gera skjótt av. Men vit vita ikki hvørja støðu tey hava til málið, sigur SEV-stjórin.