H1N1
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tað eru ikki bert føroyskir kommunulæknar, sum eru ørkymlaðir um koppsetingina móti H1N1.
Í einum sjónvarpsinnslagi í tíðindunum hjá Danmarks Radio tann 23.09.2009, ávarar danski serlæknin í almennum medisini, Claus Hancke, um at koppingarevnið móti H1N1, Pandemrix, inniheldur kyksilvur.
Hann vísir á, at av logistiskum orsøkum er koppingarevnið konserverað við Thimerosol, sum er 58 prosent kyksilvur. Hann vísir eisini á, at kyksilvur er tað mest potenta ikki-radioaktiva nervaeitrið, og at tað upphópar seg í kroppinum og verður verðandi 20 til 30 ár, og at kyksilvurinnihaldið fullkomiliga broytir indikatiónsøkið, tí tað nú eisini skal takast hædd fyri hesum hjáárininum.
- Ein skal ongantíð geva eina viðgerð, ið er verri enn sjúkan, og fyribyrging skal vera við so lágum títtleika av hjáárinum, at hetta verður uppvigað av fyrimununum við fyribyrgingini, sigur Claus Hancke í einum responsum um koppsetingina.
- Sum lækni verði eg noyddur at síggja koppsetingina sum sjúkufyribyrging til einstaklingar og ikki sum fráverufyribyrging til samfelags- og framleiðslumaskinaríið. Eg kann tí ikki úttala meg um samfelagsbúskaparligu ávirkanina av at lata vera við at koppseta, staðfestir hann.
SSI sigur tað øvuta
Statens Serum Institut heldur hinvegin ikki, at tað er nakar sum helst vandi við at nýta koppsetingina. Á heimasíðuni skriva tey, at thiomersal inniheldur eina kyksilvurbinding, (ethylkyksilvur) sum er øðrvísi frá tí, tú fær í matinum (methylkyksilvur). Munur er á hvussu hesi bæði verða niðurbrotin í kroppinum, í hvønn mun hesi verða upptikin í heilavevnaðinum og í hvønn mun tey verða niðurbrotin til óorganiskt kyksilvur.
SSI vísir eisini á, at hetta evnið hevur verið nýtt í koppsetingum í umleið 60 ár, og at mongdin í Pandemrix er munandi minni enn eitt fólk vanliga fær úr matinum gjøgnum eina viku.
SSI sigur eisini, at koppingin skal gevast tvær ferðir, við minst trimum vikum millum báðar sproyturnar.
Niðurstøðan hjá Statens Serum Institut er tí, at koppingarevnið er vandaleyst at nýta, og at eingin orsøk er at óttast kyksilvurinnihaldið í Pandemrix.