Serfrøðin prostituerað seg sjálva

Johan Petersen
----

Við at luttaka í politiskari krav­­gongu hjá teimum, sum rópa harðast, hevur ser­­frøðin gjørt seg samseka í heksa­jakstr­an og at gera gjøld­­ur við løgmanni og ein­­um landsstýrismanni, bara tí hann hevur klárað tað, sum aðrir undan hon­um ikki hava klárað. Í hesum er ser­frøðin væl stuðl­að av ”ó­hefta” tíð­inda­flutn­inginum hjá almenna Kring­varpinum. Kann nak­ar eftir hetta taka ”ser­frøð­ina” í álvara?
Leygardagin lut­tóku 28 fakfeløg í pol­it­iskt fyri­skip­aðari mót­mæl­is­gongu. Har­ímillum vóru Verk­frøð­inga­fel­ag­ið, sum eg sjálvur eri lim­­ur í, og Búskapar- og Løg­frøð­­ing­a­­fel­ag­ið, sum sigur seg umboða flestu alment ansettu starvs­fólkini. Bæði feløg­ini siga seg saman við øðr­um luttakandi fel­øg­um um­boða serfrøðina í land­i­num.
Men við at hava lut­tik­­ið og ikki seinni boða frá, at tey taka frá­støðu frá tí, sum sambært fjøl­miðl­u­­num kom framm á mót­­mæl­is­­ti­l­­tak­i­num, gera tey seg samsek í heks­a­jakst­r­an og at gera gjøld­ur við løgmanni og ein­um lands­stýrismanni, bara tí hann við eini heimild fyrst frá 24 tingfólkum í 2010, síðan staðfest aðru­ferð frá 25 tingfólkum við lógar­broyt­ing í 2011, triðj­u­ferð í játtan­ar­karmum fyri 2013, fjórðu ferð í fíggj­ar­løg­tings­lóg fyri 2013 og fimtu ferð í játt­an­ar­kar­m­um fyri 2014, hevur megnað at gjørt sátt­mál­a­­upp­skot um bygging av Skála­­fjarðartunlinum.
Nevndu feløg og onn­ur við siga seg ikki verða hoyrd, tí pol­it­iski myndug­leikin ikki ger, so sum hesi feløg vilja hava myndug­leikan at gera. Men hvussu kann ein pol­it­isk­ur mynd­ug­leiki taka hesi fel­øg og limir tess í álvara, tá ið tey nú hava víst sítt ver­u­­liga andlit: partapolitisk á­virk­­að serfrøði!
Veit ikki um Fisk­i­mann­a­­fel­ag­ið luttók í mót­­mæl­i­s­­gong­uni, men tess umboð vóru í hvussu so er sera iva­som um rætt­leikan í at lut­taka í til­taki­num. Hetta hevur eft­ir øll­­um at døma ikki kom­ið Verk­frøð­ingafelagnum ella Bú­skap­ar- og Løg­frøð­ing­a­fel­ag­­num til hugs.
Hvør kann framyvir taka ”ser­­frøð­ina” í álvara?