Serfrøðin ella teir á fremsta bonki í tinghúsinum?

Hans Pauli Strøm, javnaðarmaður
------
Tá ið fólkafloksførarin – Føroya veruligi løgmaður - nú fer undir nýggja tingárið, hevur hann óvæntað fingið eitt nýtt stikkorð til einarøðurnar á løgtingi og í miðlunum: tað eru sjálvklókir serfrøðingar og pásetlig embætisfólk, ið hava hug at muta ímóti teim skilaleysu ætlanum, sum ráðandi politiska valdið býður, sum bara eru úti uppá at forpesta okkum gerandisdagin og enntá hótta góða gamla føroyska fólkaræðið:
Tað eru ikki maktsjúkir politikkarar, kraddarar, spekulantar og skattasnýtarar, ið dusa sær við fólksins ognum - púra misskilt av berari øvundsjúku. Nei, tað eru hesir ólukku serfrøðingarnir, ið hava tikið ræðið á teim stakkals politikkarunum - fakfólk og serkøn í týðandi samfelagsviðurskiftum. Tað hann ikki fær seg at siga sjálvur, leggur hann í munnin á tí svágurtyngda pappageykinum.
Men, vóru tað serfrøðingar og embætisfólk, ið koyrdu føroyska vinnulívið á heysin í hálvtrýssunum, so landið mátti byggjast uppaftur við donskum kredittum og stuðulsskipanum?
Tað vóru kanska serfrøðingar og embætisfólk, ið koyrdu føroysku sjóvinnuna, fiskavinnuna, byggivinnuna og handilsvinnuna á heysin síðst í fýrsunum? Tað vóru kanska serfrøðingar, ið koyrdu føroyska fíggjarheimin um koll fyrst í 90-unum, so landið fór á heysin? Ella var tað ikki heldur so, at einastu ávaringarrópini komu bara frá teimum? Men sum politiska valdið kveistraði til viks?
Vóru tað tey serkønu fakfólkini í byggimálum, ið settu standardin fyri føroyskari byggivinnu, so tekirnar fóru í luftina og hús vórðu tikin av grundini, tá ódnirnar leikaðu á síðst í fýrsunum og fyrst í hálvfemsunum?
Ella eru tað serfrøðingarnar í Nóatúni, ið hava oytt ríkidømi á okkara egnu grunnum á ein slíkan hátt, at milliardir eru farnar fyri skeyti? Ella eru tað embætisfólkini, ið hava vanskeplað okkara høvuðsvinnu til spekulatiónsryttarí hjá einum fiskivinnukapitalistiskum úrvalsliði?
Tað vóru kanska serfrøðingar og embætisfólk, ið fyri fáum árum síðani oyddu fólksins sparipengar og koyrdu Eik Banka á heysin í grammleikans ørvitisskapi?
Tað er ongin loyna, at tað er hemmiligi dreymurin hjá tí ráðandi flokkinum, at sloppið av við irriterandi serfrøðingar, ið altíð skulu halda seg vita betur enn politisku makthavararnar, so sum Landsbanki, Landsgrannskoðari, Løgtingsins umboðsmaður, Umhvørvisstova, Havstova, Hagstova, Heilsufrøðiliga Starvsstova, Brúkaraumboð, Kappingarráð osv – allar hesir stovnarnar, sum fólksins vegna skulu føra sannleikans talu, forða politiskari og fíggjarligari korruptión og valdsmisnýtslu, og verja rættartrygd og fólkaræði.
Kenst eitt sindur undarligt, at nú koma heilt onnur sum kettur úr høvdatrogi og leggja aftrat: heilsuserfrøðingar, námsfrøðingar, løgfrøðingar, kostfrøðingar osv. Fólkaheilsuráðið minnir um DDR, gamla kommunistiska Eysturtýskland, sigur ein. Hóast fólkaheilsa er eitt av fínastu hugtøkunum í sosialdemokratiskum heilsupolitikki, sum við fólkaheilsugransking og skipaðum fólkaheilsustovnum hevur breitt seg úr norðanlondum út um heimin, og í nógv ár hevur verið høvuðsskjaldramerkið og høvuðsraðfestingin hjá heimsheilsustovninum WHO.
Væl veit eg, at tað undir ongum umstøðum er meiningin hjá t.d. Tummasi og Jákupi at spæla upp til høgrapopulistiska hetsin móti kritiskum serfrøðingum, sum jú bara hevur til endamáls at geva fólkaforførarum og svindlarum frítt spæl. Ivist heldur ikki í, at teirra motiv er at verja og styrkja borgarans sivila sjálvræði og politiska fólkaræði. Soleiðis lesi og skilji eg eisini teirra ávarandi boðskap í góðu blaðgreinunum. Men tað er at fara yvir gevind av einum heldur bondskum og arrogantum tóna hjá Fólkaheilsuráðnum, at leggja “serfrøðina” undir at forkoma fólkaræðinum í Føroyum. Har er skilabetri at ansa sær fyri nøkrum av teimum fýrunum, ið sita á fremsta bonki í løgtinginum. Proportiónirnar mugu vera uppá pláss.