ÓSANNINDI
- Vit hava hoyrt politikarar og serfrøðingar úttala seg um førda fiskivinnupolitikkin, nú Fiskavirking er koyrt í Skiftirættin til avtøku. At politikarar nýta slík høvi í royndini at vinna sær bíligan politiskan vinning, er ikki óvanligt. Men at ”serfrøðingar” ótarnaðir sleppa at bera ósannindir í fjølmiðlunum, er at fara um mark.
Tað sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, í viðmerking í dag.
Landsstýrismaðurin sipar til samrøðu, sum útvarpið á middegi hósdagin hevði við ein av hesum serfrøðingum, har hesin segði, at størsta orsøkin til, at Fiskavirking ikki kláraði seg var, at rávørugrundarlagið hevði svikið.
- Ein av niðurstøðunum var, at tað var komin ov lítil fiskur upp á land, og tí kundi Fiskavirking ikki klára seg.
- Hetta er beinleiðis ósatt. Hví ”serfrøðingurin” vartar upp við slíkum, veit eg ikki, men hann átti at sett seg betri inn í viðurskiftini, áðrenn hann úttalaði seg.
Jacob Vestergaard sigur, at tølini prógva, at rávrutilgongdin hevur verið rættuliga støðug seinastu mongu árini.
- Upsin hevur verið høvuðsframleiðslan hjá Fiskavirking, og tá serliga veiðan eftir upsa hevur verið met góð, hevur rávørutilgongdin ikki verið trupulleikin. Av somu orsøk hava skipini hjá Fiskavirking havt serliga góðan fiskiskap seinastu árini.
Hann sigur, at Fiskavirking hevur harafturat havt góðar møguleikar at kappast um rávøruna, eitt nú tí, at Kósavirkið hevur ligið stilt í eitt langt tíðarskeið.
- Fiskavirking var ein politisk verkætlan, sum var sett á stovn aftaná kreppuna í 90-árunum, hóast tað vóru fleiri, sum ávaraðu ímóti ætlan. Felagið hevur síðan byrjan havt trupult við at fáa endarnar at røkka. Vit minnast jú øll, tá Fiskasølan í 2004 var løgd saman við Fiskavirking í royndini at betra um tilverugrundarlagið hjá Fiskavirking.
Landsstýrismaðurin sigur, at heldur ikki tá var tað vantandi rávørugrundarlag, sum var orsøkin til, at Fiskavirking skuldi hava styrk.
- Veruleikin er, at felagið hevði sett seg í ov stóra skuld, og tí ikki var ført fyri at halda fram, sigur Jacob Vestergaard.