Serflutningur
Í dag, mikudagin 1. oktober, byrjar ein serflutningsskipan í kommununum í Eysturoy at virka. Skipanin ber heitið "Serflutningsskipan Landsins", og tað var upprunaliga Lions Club í Eysturoy, sum tók stig til at savna kommunurnar í oynni saman um eina slíka skipan.
Ein arbeiðsbólkur hevur arbeitt víðari við málinum, har Sigvald Kristiansen, lækni, hevur umboðað Lions Club og Sæunn Ó. Hansen, býráðslimur í Runavíkar kommunu, hevur umboðað kommunurnar í Eysturoy.
Ógvuliga fegin
Sæunn vísir á, at árið 2003 er ár teirra rørslu-og menningartarnaðu, og tí er tey, sum standa aftanfyri tiltakið við serflutningsskipanini, ógvuliga fegin um, at skipanin kundi fara at bakkastokki júst í ár.
- Við vælvild frá øllum kommununum í Eysturoy og ikki minst við vælvild frá landsstýrismanninum í almannamálum, Páll á Reynatúgvu, hevur eydnast okkum at fáa skipanina at virka frá 1. oktober, sigur hon.
Henda nýggja flutningsskipanin í Eysturoy verður fíggjað soleiðis, at land og kommunur rinda hvør síni 45% og brúkarin 10% av kostnaðinum.
Ókeypis hjálparfólk
Reglur eru smíðaður sum siga, hvør kann koyra við bussinum hjá Serflutningsskipan Landsins.
Sæunn vísir á, at øll tey, sum eru so rørslutarnað, at tey ikki kunnu nýta almenn flutningstól, kunnu søkja um flutningsloyvi við serflutningstænastuni.
- Umsóknarblað um flutningsloyvi fæst við at venda sær til Almannastovuna í Saltangará. Síðan ger stovnurin í hvørjum einstøkum føri tilmæli og tekur endaliga støðu um loyvi at nýta bussin. Tá ið umsóknin er viðgjørd og avgreidd, boðar Almannastovan umsøkjaranum skrivliga frá hesum.
Sæunn sigur, at brúkarar ? um neyðugt ? kunnu taka hjálparfólk við sær í bussin, og tá sleppa hesi við ókeypis.
Serflutningsbussurin koyrir í vanligari arbeiðstíð, frá kl. 8.30-16.00, mánadag til fríggjadag.
Brúkarin keypir kort frá bussføraranum móti kvittan, og prísirnir eru hesir: 5-ferðakort (kr. 50), 10-ferðakort (kr. 90) og 20-ferðakort (kr. 160).
Sum hýruvognur
Sæunn Ó. Hansen sigur, at um kvøldarnar og í vikuskiftinum kann bussurin verða nýttur sum hýruvognur hjá brekaðum.
- Gjaldið fyri hesar túrar er sum fyri vanligan hýruvogn, og túrar eftir arbeiðstíð skulu verða bílagdir fyri kl. 16. Túrar, sum koyrast skulu í vikuskiftinum, mugu bíleggjast fyri kl. 15.30 fríggjadag, sigur hon at enda.
Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um bussin hjá Serflutningsskipan Landsins, kunnu venda sær til Heimarøktina í Eysturoy, sum húsast á Heilsumiðstøðini í Runavík, tlf. 449249.
Ringjast kann á skrivstovuna hjá Heimarøktini, mánadag til fríggjadag frá kl. 08-13.