Virgar T. Dalsgaard
----
Tað virkar eitt sindur barokt, at man í bløðunum er farin at ógvast um, at tað sonevnda Kringvarpið er farið at brúka Høgna Hoydal sum kommentator. Men tað er jú heilt eftir synopsis-bókini hjá tjóðveldisbandanum. Soleiðis vilja fullveldisgarpar hava, at tíðindi skulu smíðast! Public service í Føroyum er næstan pr. definitión blivin RE-public(an) service hjá einoygdum tjóðveldisfólki.
Tosar man við mannin á gøtuni um Kringvarpið, so eru sjáldan tvær meiningar um, at hesin alment licensfinancieraði heilavaskistovnur, stórt sæð meginpartin av tíðini, hevur verið eitt sera illa camouflerað tjóðveldis-reiður? Tey flestu hava sjáldan kunnað sporað nakran objektivitet í tíðindaburðinum, heldur ikki í teimum naivu interviewunum hjá varpingarmonnum. Teirra subjektivitetur eraloftast vulgerur og lítið innpakkaður; - tann primitiva receptin er næstan líka einføld, sum interviewarin er sjálvur:
Loysingarfólk verða varliga kínd og ballaði inn, meðan sambandsfólk verða ófólkaliga viðfarin, viðhvørt opinlýst háðað ella inkvisitoriskt forhoyrd av talent-leysum mikrofonpeiggjarum.
Eitt serliga løgið fyribrigdi eru teir professionellu viðmerkjararnir í kringvarpinum , teir sonevndu mannligu »eygleiðararnir«. Ein eggleiðari er annars nakað, sum bara konufólk eru vælsignaði við aðrastaðni, men í kringvarpinum ber væl til at verpa hjá monnum eisini, sjálvt um tað mest eru politisk neyðaregg. Har sita viðhvørt tveir skammleysir menn og húðfletta ella háða allar politiskar flokkar í landinum, uttan Tjóðveldisflokkin, sum teir báðir eru næstan rørandi samdir um at skammrósa. Alla aðrastaðni velur man annars tveir viðmerkjarar, sum eru diametralt ósamdir, so hevur ein slík sending ein vissan relevans.
Longu meðan Petur Mohr Dam, Marius Johannesen og Georg Samuelsen livdu gramdu hesir seg av røttum um, hvussu einoygt og illa undirbygt útvarpsins tíðindi ofta vóru, MEN høvdu teir upplivað tað, sum vit hava sæð, síðani Hoydalsbandin kom framat mitt í 90´unum, so høvdu teir langt síðani havt kravt revolutión og útvarpsráðið hevði koyrt meginpartin av teimum indoktrinerandi tíðinda-dreingjunum til umskúlingar og ideologiska avvenjing á onkrum heimi fyri serliga fúlar tíðindabronglarar og -missionerar. Løgtingið hevði allarhelst fíggjað eitt slíkt avdoktrineringsheim. Tað er minst líka umráðandi, sum at senda drykkjumenn til Íslands.