Hóast tað nú verður loyvt at dropadríva brennivín í Føroyum, verður tað ikki við tað fyrsta, at mannagongdin verður broytt, har føroyskt vatn verður flutt til Íslands og gjørt til brennivín, fyri síðani at verða flutt aftur til Føroya í fløskum. Tað staðfestir Erling Eidesgaard, stjóri í Dism, sum bryggjar føroyskt akvavitt og vodka.
Men hann leggur afturat, at gongst sum ætlað, verður onkur serføroyskur, hondgjørdur jólasnapsur á hillini í ár, sum bæði er mentur og dropadrivin í Føroyum.
Í seinasta lagi verður tað til summarstevnunar næsta ár, at teir verða klárur við onkrum føroyskum sersnapsi.
Erling Eidesgaard sigur, at so skjótt tað er klárt at søkja, fer Dism at søkja um loyvi at dropadríva brennivín í Føroyum.
Tað er mangan ført fram, hvussu tápuligt tað er at flyta føroyskt vatn til íslands, dropadríva tað til brennivín har yviri og føra tað aftur til Føroya í fløskum.
Men sambært Erlingi Eidesgaard, verður hendan mannagongd ikki broytt við tað fyrsta.
Tað er dýrt at gera eitt bryggjarí og føroyski marknaðurin er ikki stórur.
Sostatt er væl hugsandi at tað loysir seg betri at flyta vatnið til Íslands at verða dropadrivið, heldur enn at gera eitt heilt bryggjarí her.
Hvussu støðan verður einaferð í tíðini er ilt at meta um, men tað liggur so ikki í kortunum at broyta arbeiðshátt í fyrstu syftu.
Hinvegin er ætlanin at alt menningararbeiðið og royndarvirksemið skal flytast til Føroya, tí eisini tað hava vit verið noyddir at gera í Íslandi.
Talan kann eisini verða um at flyta goymsluna í Føroyum, tí eisini hon er í Íslandi nú.
Og so er ætlanin útvega útgerð og dropadríva onkran sersnaps í Føroyum, altso onkra hondframleiðslu, sum ikki verða gjørdir í stórum nøgdum, leggur hann afturat.











