Serena Williams kann fáa harða revsing

Amerikanska tennisstjørnan Serena Williams var í øðini, tá hon tapti US Open-finaluna ímóti avstralsku Samantha Stosur í gjárkvøldið, og sum so mangan í ítrótti var tað dómarin, ið fekk av at vita. Tað, sum Serena Williams segði við dómaran, Eva Asderaki, var so mikið ógvusligt, at hon kann fá pengabót og aðra revsing afturfyri. Tann avgerðin fellur í dag.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Serena Williams hevur givið ilt av sær, tá hon hevur tapt. Fyri tveimum árum síðani hendi tað sama, tá hon tapti ein dyst í US Open ímóti Kim Clijsters, og ta ferðina mátti hon rinda 430.000 krónur í bót.

 

Nógv tey flestu høvdu væntað, at Serena Williams fór at vinna finaludystin í gjárkvøldið, men hon spældi sera illa og hevði ongan møguleika ímóti Samantha Stosur, sum vann greitt 6-2, 6-3.