Um vikuskiftið var finalan í US Open hjá kvinnum spæld. Amerikanska Serena Williams var komin í finaluni, og har skuldi hon spæla ímóti Jelena Jankovic úr Serbia. Serena Williams vann fyrra sett uttan trupulleikar, men fekk meira mótstøðu í seinna setti, men vann 7-5 hóast tað. 26 ára gamla Serena Williams hevur tvær ferðir áður vunnið US Open.