Alt bendi á, at tann 31 ára gamla amerikanska Serena Williams fór at vinna ein tryggan sigur í finaluni í US Open í nátt. Hinumegin netið var tann 23 ára gamla Victoria Azarenka úr Hvítarusslandi, sum hevði tapt níggju av teimum seinastu tíggju dystunum ímóti Serena Williams.
Men Azarenka gav Williams nógv størri mótstøðu enn væntað, og finalan bleiv tí sera spennandi. Tað stóð nógv á Serena Williams til tíðir, men tað eydnaðist henni loksins at vinna við settúrslitunum 6-2, 2-6, 7-5.
Sigurin í nátt var tann 15. Grand Slam-sigurin hjá Serena Williams. Umframt heiðurstekin fekk hon 1,9 millión dollarar ella 11 milliónir krónur burtur úr sigrinum, og við hesum hevur hon vunnið meiri enn 40 milliónir dollarar í tennis. Tað er meiri enn nøkur onnur kvinna.