Serena vann á Henin

Tað eydnaðist ikki belgisku Justin Henin at fullføra dreymin um ein Australian Open-sigur, nú hon aftur er við í heimselituni. Til tað var amerikanska Serena Williams ov sterk, tá hon leygardagin í finaluni vann 6-4, 3-6, 6-2. Williams sópaði allan iva til viks í triðja setti, tá hon tryggjaði sær fimta sigurin í Australian Open, sum samstundis var hennara tólvta Grand Slam-heiti tilsamans.