Serena trívist nakin

Serena Williams, sum í løtuni er besti kvinnuligi tennis-spælarin í heiminum, er avmyndað nakin á forsíðuni á nýggjasta ESPN-magasininum, the Body Issue. Sjálv er Serena sera væl nøgd um myndina. – Eg haldi hana vera sera góða. Eg vildi hava, at tað skuldi vera klassiskt og ikki ónærisligt, at tað haldi eg er eydnast, sigur Serena Williams.