Serena Maneesh bjóðaðu sólini av

Larmirokkararnir úr Oslo vóru ikki best dámdi bólkur á G!, men tey settu síni spor, og tað vóru fleiri, sum hildu tað vera tað besta besta besta.

UMMÆLI

 

Í mun til hvussu fá vit eru, so eru tað fleiri tónleikasløg, sum hava tað nokkso gott í Føroyum. Men eitt rímiliga breitt slag er heimleyst. Tað er noiserokkurin. Tá Glorybox vóru í Føroyum nakrar ferðir fyri fleiri árum síðan, hoyrdu vit ein variant, sum tey kallaðu noisepopp. Hetta ávirkaði Clickhaze eitt sindur, og seinni onkran annan bólk, men tað ávirkaði eisini lurtarar.

Noiserokkur bleiv defineraður tíðliga í 80unum og hevur víst fleiri góð andlit. Eitt upphav var punkurin í 70unum, men Velvet Underground var sanniliga eisini eitt. Serliga teir sangirnir við gittara, sum lá sum eitt tjúkt teppi oman á restini av tónleikinum.

 

Ikki poppur

Eg skilji væl Serena Maneesh frontmannin, at hann ikki vil definerast sum bara eitt annað noiserokkorkestur, men hann má skilja tað, at vit hugsa um My Bloody Valentine, Sonic Youth og Velvet Underground og onnur, tá vit hoyra tey. Velvet Underground vóru, líkasum Andy Warhol, sum produseraði fyri tey, popparar innast í steinkenda hjarta teirra. Serena Maneesh royna at finna ein markna, men eftir G!konsertini at døma gera tey onki við at gera tónleikin popputan. Dixie vóru kompromisleysir, men tað haldi eg eisini, at Serena Maneesh vóru. Soleiðis at skilja, at tey justera ikki tónleikin serliga nógv fyri at fáa pengar í lumman.

Serena Maneesh hava sítt egna, men kenslan at hoyra tey minnir um Glorybox, eftirsum vit nú kenna Glorybox so væl (her er bara talan um kensluna av at hoyra. Ikki um tónleikin). Lurta væl, og tú hoyrir sera melodiskan tónleik, men ein larmidýna liggur omaná, og tað er henni, vit royna at balla okkum í. Men tað er ringt at balla seg, tá sólin skínur, og tey so íðiliga arbeiða fyri at fáa tónleikin at sita.

 

Kapping við sólina

Konsertin á Syðrugøtusandi var ikki rætta forumið til konsertina, um tað eru umstøður, sum líkjast tónleikinum, tú vilt hava. Teirra tónleikur er ikki milt summarveður og sól og gleði. Men hvat ger tað. Í hesum døgum eigur at bera til at lata sólina ganga á fund við innanduralist.