Serbussurin komin

Bussurin hevur nógvar uppgávur og fólk hava tikið sera væl ímóti honum

Gomul og rørslutarnað fólk í Klaksvík og tey í økinum, sum annars hava ein serligan flutningstørv, hava fingið ein nýggjan buss. Klaksvíkar kommuna hevur keypt bussin, og hann kostaði gott og væl 400.000 krónur. Tryggingarfelagið Føroyar hevur sponsorerað ein stóran part av kostnaðinum. Bussurin tekur 16 fólk, og brúkararnir gjalda 10 krónur hvørja ferð teir brúka hann.

- Fólk eru ógvuliga glað fyri bussin og hann verður nógv brúktur. Bussurin kemur undir sokallaðu MBF-skipanina, har fólk verða skrivað upp til bussin. Hetta er sama skipanin, sum hevur verið royndarkoyrd í Suðurstreymoy í fleiri ár og sum sýnist at hava virkað væl. Nú næsti bussurin er komin, er MBF komið eitt stig longri at røkka allar Føroyar. Er ein suðuroyingur, sum hevur serflutning fyri neyðini, skrivaður upp til skipanina, kann hann brúka henda bussin í Norðoyggjum, tá ið hann kemur henda vegin, og øvut, sigur Jógvan Lützen, formaður í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar býráð.

Bussurin verður eisini brúktur til annað. Eldri fólk hava møguleika at fáa mat fluttan við bussinum ímóti einum lítlum gjaldi.

- Børnini í útibarnagarðinum, og tey gomlu, sum koma saman í Dagtilhaldinum, verða eisini flutt aftur og fram við bussinum, sigur Jógvan Lützen.

Tey gomlu í Daghaldinum hava eisini verið við til at fíggja bussin.