Nú kann HB-venjarin seta serbiska miðvallarspælaran Jovan Radinovic-Panic á liðið. Pappírini, sum felagið hevur bíðað eftir, eru komin fram, og Jovan kann spæla við í stórdystinum ímóti KÍ í Klaksvík sunnudagin. 26 ára gamli Jovan hevur vant við HB seinastu vikurnar, men hann hevur ikki kunnað spælt orsaka av vantandi loyvum. Nú er alt greitt, og HB-venjarin kann nú velja eina spennandi Panic-loysn til týðandi dystin sunnudagin.
Tíðindi