Serbiskur stórleikari til Neistan

Talan er um ein tilkomnan, royndan, høgra bakk, sum í 2000-2003 hevur spælt í Portugal, har hon hevur vunnið meistaraheitið, steypakappingina og supercup nakrar ferðir.

 

Árini 2003-2009 hevur leikarin spælt í Spania, har hon hevur vunnið 3 meistaraheiti og 3 steypakappingar, og herumframt hevur hon spælt eina Champions League finalu.

 

Leikarin hevur eisini roynt seg á Jugoslaviska landsliðinum nakrar ferðir. Hetta seinasta árið hevur hon spælt í Týsklandi.

 

Kvinnubólkurin vil ikki upplýsa navnið á leikaranum enn, av tí at hon ikki er leys av týska felagnum fyrr enn seinni í summar.

 

Serbiski leikarin kemur til Føroya hálvan juni. Eisini verður arbeitt til tess at fáa danskan spælara í neistahópin.