Serbiskur Fiat Topolino

Í 2010 fær Fiat 500 ein lítlabeiggja, sum kemur at eita Topolino.

Fiat Topolino, sum varð gjørdur frá 1936 til 1955, var annars forgangarin hjá Fiat 500.


Nýggi bilurin skal famleiðast á Zastava-verksmiðjuni í Serbia.


Fiat hava sambært blaðnum Automotive News Europe gjørt avtalu við serbiska statin um at eitt nýtt felag, har Fiat eru høvuðspartaeigarar, yvirtekur Zastava.


Zastava framleiddu í mong ár Fiat bilar uppá licens og gjørdu eisini minibilin Zastava Yugo.