Serbiski Petar Nenadic, ið hevur spælt við so mætum felagi sum Barcelona úr Spania, men seinastu seks mánaðirnar hevur spælt við spanska felagnum Algeciras, heldur at Serbia ikki spældu sín besta dyst leygardagin í Havn, men hann heldur at føroyska liðið spældi væl, og at serliga málmenninar hjá føroyingum vóru ein kleppur um hálsin á serbisku stórskjúttunum.










