Føroyska landsliðið hevur í kvøld tapt 2-0 á útivølli ímóti Serbia.
Við einum verjukendum útgangstøði, sum ætlandi skuldi halda heimaliðnum frá teimum stóru møguleikunum, runnu føroysku leikararnar aftaná í so at siga 90 minuttir.
Jón Rói Jacobsen var eftir einum hálvum tíma óheppin og stýrdi innleggi úr høgru í málið handan Jákup Mikkelsen. Tað sá leingi út til at verða einasta málið í dystinum, men tá lítil løta restaði í økti framherjin Zigic til endaliga úrslitið. Við eitt sindur av neyvleika kundi serbarnir vunnið við fleiri málum, men vælleikandi Jákup Mikkelsen syrgdi fyri, at soleiðis skuldi ikki ganga.
Mikudagin skal føroyska landsliðið aftur í eldin. Tá vitjar Rumenia, sum í kvøld tapti 3-0 á heimavølli móti Litava, á Tórsvølli.
Serbia ? Føroyar 2-0 (1-0)
1-0: Jón Rói Jacobsen, 29, sjálvmál
2-0: N. Zigic, 87.










