Eftir ein sera spennandi dyst eydnaðist tað Serbia at vinna dystin móti Póllandi við 20-19.
Tað var ein vælupplagdur Stanic í Serbia málinum, sum var stóri munurin á liðunum báðum í fyrra hálvleiki, sum endaði við einri 13-9 leiðslu til Serbia.
Men Pólland kom út í øðrum hálvleiki við fullum gassi, og eftir sjey minuttir vóru teir komnir á odda 15-13.
Serbarnir komu tó fyri seg so líðandi, ogleingi stóð tað 18-16 til Serbia. Tað eydnaðist Póllandi at minka um muni, men Serbia ko alla tíðina upp aftur á tvey mál.
Men við støðuna 20-19 bjargaði póllendski málverjin, Smal, einum brotskasti, og so kundi Pólland fara eftir javnleikinum. Men enn einaferð stóð Stanic stinnur og bjargaði, so Serbia kundi hála tey bæði stigini í land.