Bara áleið 200 norðurírskir áskoðarar vóru á áskoðaraplássinum, tá Serbia í kvøld vann 2-1 á Norðurírland. Italia vann í Slovenia Nakrir landsdystir hava verið EM undankappingini 2012 í kvøld. Í okkara bólki vann Serbia 2-1 á Norðurírlandi í Beograd. Eingir áskoðarar frá Serbia sluppu á leikvøllin eftir ófriðin tá Serbia vitjaði í Italia. Tá mátti dysturin avblásast, tí serbisku viðhaldsfólkini ikki dugdu at uppføra seg.
Norðurírland kom á odda í Serbia við stútara frá Gareth McAuley stutt fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki trýsti Serbia og tað endaði við at heimaliðið vann 2-1 við málum frá Marko Pantelic og Zoran Tosic.
Í Slovenia vann Italia 1-0 við máli frá Thiago Motta eitt korter fyri tíð. Italia liggur fremst við 13 stigum, meðan Slovenia og Serbia liggja ávíkavist nummar tvey og trý við sjey stigum í part. Norðurírland liggur næstniðast við fimm stigum í bólki C, sum eisini telur Føroyar.
Úrslit frá EM 2012 undankappingini:
Bólkur A:
Eysturríki ? Belgia 0-2
Bólkur C:
Serbia ? Norðurírland 2-1
Slovenia ? Italia 0-1
Bólkur D:
Luksembourg ? Frakland 0-2
Bólkur E:
Ungarn ? Holland 0-4
Bólkur I:
Spania ? Tjekkia 2-1