Serbia uttan Vidic

Størsta stjørnan á serbiska fótbóltslandsliðnum, Nemanja Vidic, verður ikki við, tá Føroyar í morgin skal royna seg móti Serbia á Tórsvølli. Verjuleikarin noyddist av vøllinum í landsdystinum móti Eysturríki leygardagin, tí hann hevði fingið ein stoyt í fótin. Og tað vísir seg nú, at hann ikki verður førur fyri at spæla í morgin.