Serbia klárt á odda

Tað verður eitt ógvuliga motiverað serbiskt lið, sum kemur til Føroya í komandi viku, og verður áhugin fyri dystinum ímóti Føroyum á Tórsvølli risastórur í Serbia.

 

Í kvøld hevur Serbia lagt klárt á odda í HM-undankappingarbólki 7. Serbia vann á heimavølli 1-0 á Eysturríki. Sigursmálið fall í fyrra hálvleiki, og var tað Nenad Milijas sum skoraði sigursmálið, longu tá sjey minuttir vóru farnir av dystinum.

 

Rumenia vann 1-0 á Litava á útivølli. Ciprian Marica skeyt sigursmálið, tá 38 minuttir vóru spældir, og helt hann soleiðis lív í vónini hjá Rumenia at gerast nummar tvey í undankappingarbólkinum.

 

Støðan í bólki 7:

 

1 Serbia 6 5 0 1 13-5 15

-------------------------

2 Frakland 5 3 1 1 7-6 10

-------------------------

3 Litava 7 3 0 4 6-6 9

4 Eysturríki 6 2 1 3 7-9 7

5 Rumenia 6 2 1 3 7-10 7

6 FØROYAR 4 0 1 3 1-5 1