Serbia hóttir við at taka liðið úr EM

EM24: Aðalskrivarin í serbiska fótbóltssambandinum er í øðini

Aðalskrivarin í serbiska fótbóltssambandinum,  Jovan Šurbatović, er í øðini og hóttir við at taka Serbia úr EM-endaspælinum. Orsøkin er, at áskoðararnir til dystin millum Kroatia og Albania róptu ókvæmisorð eftir serbum.

 

Serbiska sjónvarpsstøðin RTS skrivar, at áskoðararnir hjá Kroatia og Albania sungu og róptu um at drepa serbar. Hetta hendin tá áleið ein tími var spældur av dystinum í gjár.

 

- Hetta er skandaløst og vit fara at biðja UEFA um at revsa bæði albanska og kroatiska fótbóltssambandið, sigur Jovan Šurbatović og leggur afturat:

 

- Vit eru vís í, at tað kemur ein revsing. UEFA hevur longu reagerað eina ferð, tá ein sokallaður journalistur frá Albania bleiv burturvístur frá EM. Vit krevja, at UEFA revsar bæði fótbóltssambondini.

 

Jovan Šurbatović er so óður um hendingina, at hann sigur at hann umhugsar at taka liðið úr kappingini, um tað ikki fellur ein revsing.