Serbia hóttir Vesturheimin

Serbia fer undir ongum umstøðum at góðtaka, at landslututin Kosovo verður sjálvstøðugt land

Albanski meirilutin í Kosovo hevur gjørt greitt, at hann fer at lýsa landslutin sum sjálvstøðugt ríki næsta ár, og ES og USA hava sagt, at tey fara at viðurkenna tað nýggja landið.

 

Formliga er Kosovo partur av serbiska ríkinum, og serbisku myndugleikarnir tóku í gjár uppaftur, at teir fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at Kosovo verður sjálvstøðugt land. Fyrr hevur Serbia hótt við at leggja málið fyri Haag-dómstólin, men í gjár segði stjórnin í Beograd, at landið fer at skerja sítt diplomatiska samstarv við ES og USA, um Kosovo verður sjálvstøðugt við stuðuli úr Bruxelles og Washington.

 

ST og NATO hava stýrt Kosovo síðani borgarakríggið millum serbar og albanar í 1999.