Serbia ES-umsøkjaraland

ES hevur í dag gjørt av at góðtaka Serbia sum umsøkjaraland til limaskap í samveldinum. Tað skrivar svenski uttanríkisráðharrin, Carl Bildt, á twitter.

Samráðingarnar um at góðtaka Serbia sum umsøkjaraland hava verið drúgvar. Fyrst mótmælti Týskland orsakað av viðurskiftunum viðvíkjandi Kosovo, og seinni legði Rumenia seg í buktina orsakað av ósemju millum tey bæði londini um vlakararnar, sum er eitt minnilutafólk, ið býr á marknaleiðini millum londini bæði.

Serbia hevur ligið framvið at biðja um limaskap í ES í fleiri ár, men tá bleiv landið skuldsett fyri at hjálpa krígsbrotsmonnum frá borgarakrígnum í gamla Jugoslavia at fjala seg. Seinni hevur landið útflýggjað fleiri krígsbrotsmenn.